Innanlands

Hótti barrtænara eftir lívinum

Barrtænari noktaði at skeinkja fyri fulla manninum

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2019-04-15 10:11 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í gjárkvøldið beint fyri midnátt varð ein maður handtikin og koyrdur á løgreglustøðina, tí at hann hevði hótt einum barrtænara eftir lívinum.

Hendingin fór fram á einum skeinkistaði í Havn. Maðurin var somikið fullur, at barrtænari metti, at hesin ikki skuldi hava meir. Tá maðurin varð noktaður at keypa meira, gjørdist hann í øðini og hótti manninum eftir lívinum.

Løgreglan kom á staði og tók mannin. Hann blásti í alkoholmetrið, og varð koyrdur á løgreglustøðina, har hann sleppur at sova rúsin av sær. Tá hann er klárur verður hann avhoyrdur, skuldsettur og koyrdur út aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder