Innanlands

Hóttur við knívi

Løgreglan hevur seinnapartin handtikið ein persón í sambandi við eitt mál um hóttan í nátt

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-02-11 15:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan kannar í løtuni eina hending, sum fór fram í Klaksvík í nátt.

Talan var um ein mann, sum varð hóttur við knívi.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur við Portalin, at løgreglan tíðliga seinnapartin hevur framt eina handtøku í sambandi við málið, men meira fáa tey ikki upplýst.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder