
Tey hava gjørt kømur, inngongd, baðirúm, havan, og í kvøld var køkurin gjørdur. Sunnvá Dahl Rasmussen og Martin Høgfeldt Olsen sum luttaka í Nybyggerne á TV2 hava klárað seg væl, og fingið rós frá dómarunum fyri handverkið, men undan partinum í kvøld, høvdu tey einki vunnið.
Hetta bleiv tíbetur broytt í kvøld. Serliga fingu tey rós fyri snikkaraarbeiðið, sum tey høvdu gjørt í køkinum. Nakað, sum gongur aftur aðrastaðni í húsinum.
Millum annað tað var við til at dómararnir mettu, at køkurin hjá teimum var tað best gjørdi. Við sigrinum í kvøld, fáa Sunnvá og Martin 20.000 krónur afturat, at gera restina av húsinum við.
Sendingin er uppbygd á tann hátt, at fýra pør innrætta hvør sítt rúm ella stað í húsinum í hvørjum parti, og kappast móti hvørjum øðrum at gera flottasta handverkið. Vinnarin í hvørjum parti fær 20.000 krónur afturat sínari kostnaðarætlan, sum byrjar á 300.000 krónum.
- Tað er ikki líka nógv trýst á nú, segði ein glað Sunnvá í sendingini.
Í november mánað verður finala send beinleiðis, har hyggjararnir skulu kjósa ein vinnara millum eitt av teimum fýra pørunum. Vinnaraparið fær húsini, tey hava gjørt til ognar. Virðið á húsunum, sum liggja í Silkeborg, er 2,6 milliónir.
Sunnvá Dahl Rasmussen bloggar hvønn mánadag á síðuni Hús og heim, har tað ber til at fáa nærri frágreiðing um hvørt rúm. Fylg við her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald