
Tveir útlendingar, sum komu til Føroya í gjár í arbeiðsørindum, verða í dag sendir av landinum aftur.
Orsøkin er, at tey ikki hava neyðug arbeiðs- og uppihaldsloyvi.
Teir komu til Føroya við flogfari í gjár, og tá gjørdist greitt, at pappírini vóru ikki í lagi. Pláss var ikki fyri teimum í seinasta flogfarinum, og tí vórðu teir sendir á gistingarhús at bíða, til teir kundu sleppa við flogfari í dag.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at talan var um tveir persónar úr Miðeystri, sum hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Danmark. Teir arbeiða hjá einari danskari fyritøku, sum hevði okkurt arbeiði til tey í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald