Innanlands

Høvdu illgruna um oljudálking

Hósmorgunin varð boðað frá einum stórum bletti á sjónum norðanfyri Føroyar, men tá tyrla varð send at kanna málið, var einki at síggja

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-08-25 09:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósmorgunin boðaði ein tyrla hjá Arktisk Kommando frá, at hon hevði sæð ein stóran blett á sjónum uml. 40 fjórðingar norðanfyri Føroyar.

Illgruni var um, at talan var um oljudálking, so MRCC sendi eina tyrlu at kanna málið, men tá tyrlan kom á staðið, var eingin oljublettur at síggja.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at onkrir trolarar vóru í økinum, sum vóru ávegis til fiskiskap, og kann talan tí hava verið um fiskalýsi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder