Innanlands

Høvdu stolið amboð frá arbeiðsgevaranum

Løgreglan legði í gjár hald á amboð, sum vórðu funnin í kuffertunum hjá tveimum útlendskum handverkarum, sum skuldi við flogfari av landinum

Vága floghavn (Savnsmynd)

Vága floghavn (Savnsmynd)

2025-07-19 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan avdúkaði í gjár nakrar útlendskar handverkarar, sum vóru á veg av landinum við stolnum amboðum.

Løgreglan fekk eina fráboðan um, at handverkararnir høvdu stolið amboð frá føroyska arbeiðsgevaranum, og at teir vóru á veg av landinum í feriu.

Í samráð við trygdareftirlitið á Vága floghavn fann løgreglan fram til tveir mans, sum høvdu fult av amboðum í kuffertinum. Navnið á arbeiðsgevaranum stóð eisini á amboðunum, og tá løgreglan setti seg í samband við arbeiðsgevaran hjá monnunum, gjørdist greitt, at teir høvdu ikki fingið loyvi at taka amboðini við sær.

Løgreglan legði hald á amboðini, men menninir sluppu av stað við flogfarinum. Tá teir koma aftur verður tað arbeiðsgevarin, sum avgerð, um teir framhaldandi skulu sleppa aftur til arbeiðis, og um tey verða meldað fyri stuldur, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder