Innanlands

Høvuðsmotararnir steðgaðu

Ziska hjálpti Sam til bryggju í Klaksvík í kvøld, tá brek kom á motorin. Strandfaraskipið er farið aftur í sigling

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-07-17 20:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sam mátti í kvøld hava hjálp frá Ziska at koma upp á pláss í Klaksvík.

- Tá Sam kom úr Kalsoynni fyri løtu síðani og inn ímóti atkløgubryggjuni steðgaðu høvuðsmotararnir, sigur Jóan Petur Abrahamsen, tøkniligur leiðari hjá SSL, við útvarpið.

- Hann kom beint inn móti bryggjukantinum beint við atløgubryggjuna. Hann tók ikki í nakað á vegnum, men Ziska hjálpti honum upp á pláss, sigur Jóan Petur Abrahamsen.

Brekið er funnið, og Sam er farin í sigling aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder