- Tað er tørvur á einum sterkum og kjølfestum samstarvi millum stjórnirnar í útnorði. Eg haldi, at vit eiga at skipa fyri einum toppfundi, har stjórnarleiðararnir hittast at undirrita eina yvirlýsing um tættari samstarv millum stjórnirnar í útnorði.
Soleiðis segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður við uttanríkismálum, tá hann í gjár helt røðu á ársfundinum hjá Útnorðurráðnum, sum er í Reykjavík hesa vikuna.
Mánadagin hevði Høgni Hoydal fund við uttanríkisráðkvinnurnar í Íslandi og Grønlandi, ávikavist Vivian Motzfeldt og Thordís Kolbrúm Gylfadóttir.
Sambært heimasíðuni hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, gleddust tey um, at granskingarstovnarnir í teimum trimum londunum hava undirritað samstarvsavtalur, tí tað hevur stóran týdning at samstarva um at granska og savna vitan um okkara øki.
Í gjár luttók Høgni Hoydal so á í ársfundinum hjá Útnorðurráðnum, har hann bar fram røðu um, hvussu samstarvið í Útnorði kann styrkjast, og hvar avbjóðingarnar eru. Boðskapurin hjá landsstýrismanninum var, at nógv samstarv er á ymsum økjum millum tey trý londini, men at tað er neyðugt at samstarvið mennist við broyttu heimsmyndini og teimum avbjóðingum, heimurin stendur í. Og tí eiga stjórnarleiðararnir at hittast fyri at undirrita eina yvirlýsing um tættari samstarv, segði Høgni Hoydal millum annað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald