Innanlands

Hoyring um nýggja moldgoymslu

Vágs Kommuna er farin undir eina tilgongd at skipa fyri einari nýggjari moldgoymslu vesturi á Eiðinum – Ætlanin er lagt út til hoyring, og fólk kunnu senda kommununi viðmerkingar fram til 7. november

2025-10-27 08:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vágs Kommuna er farin undir eina tilgongd at skipa fyri einari nýggjari moldgoymslu, nú moldgoymslan í Porkeri verður stongd.

Moldgoymslan verður staðsett á matr. 27 og matr. 471b vesturi á Eiðinum, har gamla moldgoymslan lá, og verður hon gjørd í ymiskum stigum.

Vágs býráð samtykti 25. september at leggja ætlanina út til hoyring, tí ætlanin hevur ein almenna áhuga og kann ávirka onnur enn nærmastu grannar.

Viðmerkingar skulu sendast til [email protected] innan 7. november 2025. Um har eru spurningar og ivamál, ber tað til at seta seg í samband við Vágs Kommunu.

Vágs kommuna


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder