Innanlands

Hoyvík verður valstaður framyvir

Og tey í Hesti skulu nú atkvøða við valstaðið í Tórshavn. Hetta framgongur í kunngerð frá Løgmálaráðnum í dag

Høllin á Hálsi verður framvegis nógv tað størsta valstaðið í Føroyum, men nakað av

Høllin á Hálsi verður framvegis nógv tað størsta valstaðið í Føroyum, men nakað av "trýstinum" fer nú av (Mynd: Sverri Egholm)

2023-09-21 14:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur ofta verið uppi at venda: Hví hevur Hoyvík ikki sín egna valstað? Talan er um eitt øki við stórum fólkavøkstri, og til val eru ofta langar bíðirøðir í og við Høllina á Hálsi.

Fyri einari tíð síðani varð samtykt í býráðnum í landsins størstu kommunu, at áheitan skuldi sendast um at skipa Hoyvík sum egnan valstað. Í dag er greitt, at Løgmálaráðið hevur gingið hesum á møti.

Í undirskrivaðum skjali dagfest 15. september váttar Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, at Hoyvík verður valstaður, og at hendan kunngerðin kemur í gildi, dagin eftir at hon er kunngjørd; t.v.s í morgin.

[object Object]
At Hoyvíkin hevur tørv á egnum valstaði er valla nakar ivi um 

Samstundi verður boðað frá, at Tórshavn verður valstaður fyri Hest og Koltur. Hetta var eisini eitt ynski frá kommununi, tí valstaðurin í Hesti er so lítil, og ymiskir fólkaræðisligir spurningar stóust av tí.

Heimasíðan fm1.fo skrivar, at Tórshavnar býráð bundið seg til at fara út í Hest tvær ferðir undan vali. Harvið ber til at greiða brævatkvøðu heldur enn at fara til Havnar.

Talan verður um eina kollveltandi broyting í høvuðsstaðnum, tá val verður næstu ferð. Tað er ikki endaliga greitt enn, júst hvar í Hoyvík valstaðurin verður.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder