Guðrun Mortensen, Bjarni Wardum og Turið Holm Johannesen fara at røkja kommunulæknastørvini í nýggju læknaviðtaluni á Kirkjustræti í Hoyvík frá 1. september í ár at døma.
Tórshavnar kommuna upplýsir í dag, at Heilsutrygd hevur sett tey trý í starv sum kommunulæknar í Suðurstreymoyar læknadømi, og at tey taka við starvinum 1. september.
Guðrun Mortensen tekur við starvinum, sum hon seinastu tíðina hevur røkt í Miðlon. Viðtalan verður flutt niðan í Kirkjustræti eftir summarferiuna, og fer at halda til í stovuhæddini.
Bjarni Wardum tekur við einum heilt nýggjum starvi, sum ongantíð fyrr hevur verið mannað. Viðtalan fer at halda til í Kirkjustræti, og letur upp eftir summarferiuna í stovuhæddini.
Turið Holm Johannesen verður væntandi liðug við serlæknaútbúgvingina innan alment medisin 31. juli í ár. Setanin er treytað av, at hon hevur fingið løggilding innan økið. Turið Holm Johannesen tekur við starvinum, sum Annika Olsen fyrr røkti. Viðtalan flytur úr Frúutrøð niðan í Kirkjustræti á aðru hædd eftir summarferiuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald