Innanlands

Hoyvíkingar uttan streym í gjárkvøldið

Í ein hálvan tíma ella so, var streymslit í parti av Hoyvík.

Tilvildarlig mynd úr Hoyvík (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Tilvildarlig mynd úr Hoyvík (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2021-09-17 07:05 Author image
Sverri Egholm

Kaðalbrek var orsøkin til at streymslit var í Hoyvík í gjár. SEV boðaði stutt fyri midnátt, at arbeitt var við at rætta brekið sum skjótast.

Seytjan minuttir yvir midnátt kom nýggj dagføring fá SEV. Brekið varð funnið og rættað, og hoyvíkingar høvdu fingið streym aftur.

Streyslitið vardi ein hálvan tíma ella so.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder