Tað skal vera ein heiður fyri bæði næmingar og skúla, at fáa Føroyar upp eitt støði, sum vit kunnu vera errin av. Tí má hugburðurin hesum viðvíkjandi broytast.
Tað heldur Jenis av Rana, landsstýrismaður við undirvísingar- og skúlamálum.
Í dag fekk hann handað úrslitið av Pisa-kanningini, sum varð gjørd millum næmingarnar í 9. flokki í 2018.
Framgongd er á fleiri økjum, men ikki á øllum. Í lesing gekk aftur við føroyska ummælinum hesaferð, men samlað var framgongd.
Umframt úrslitið av sjálvari royndini, eru eisini onnur tøl at finna í Pisa-frágreiðingini, og her hevur landsstýrismaðurin serliga heft seg við svarini frá næmingunum, tá teir vórðu spurdir um hvussu motiveraðir teir vóru at standa seg væl í royndini.
Til dømis vísir kanningin, at tað bert eru 41 prosent av næmingunum – fýra av tíggju – sum halda, at tað hevur stóran týdning at gera tað gott í Pisa-royndini.
Les eisini: Pisa-framgongd í støddfrøði
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald