
Løgreglufólk hava í nátt staðið brandvakt við húsuni í J.C. Svabosgøtu, sum nærum brunnu í grund í gjárkvøldið.
Deils fyri at tryggja staðið, sum tað kann kannast av serkønum brandteknikarum fyri at finna møguligu orsøkina til, at eldur kom í. Hetta arbeiði verður væntandi gjørt í dag. Allar ferðsluavmarkingarnar, sum vórðu settar upp í gjárkvøldið, eru nú tiknar burtur aftur.
Eitt sindur av iva var um, hvussu nógv fólk vóru stødd í húsunum tá eldur kom í, tí talan er um eina ogn við fleiri leigumálum. Men íbúgvarnir hava nú vissa løgregluna um, at øll fólkini, sum vóru í húsunum komu út. Í øllum góðum hjá teimum flestu, tó var ein persónur fluttur á nærliggjandi landssjúkrahúsið at kannast fyri roykeitran.
Sí myndirnar av eldsbrunanum í gjárkvøldið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald