Løgreglan fer í dag at arbeiða víðari við tveimum harðskapstilburðum, sum vórðu fráboðaðir í nátt.
Nú verður ikki longur fjalt yvir, at talan í hesum førum er um tann bólkin av fólkum, sum hevur verið frammi í miðlunum í seinastuni orsaka av, at tey ikki hava nakað stað at vera um náttina.
Tað er eisini vorðið alment, at hesi fólkini hava hildið til í einum bygningi í miðbýnum, sum eftir ætlan skal rívast niður fyri at byggja íbúðir í staðin. Og tað var á hesum stað, at harðskapshendingarnar vóru í nátt, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.
- Tað var í sambandi við, at fólkini har inni ikki vildu loyva øðrum inn, at harðskapstilburðirnir uppstóðu, og vit máttu fara á staðið fyri at fáa tey at binda frið, sigur hann.
Løgreglan hevur boðað eigaranum av bygninginum frá hesum, við ynski um, at okkurt verður gjørt, so hesi fólkini ikki sleppa inn. Higartil er tað eydnast teimum at fáa atgongd til bygningin hóast hann hevur staðið læstur.
- Tað er ikki tí at vit ikki ynskja teimum tak yvir høvdið, men hetta er ikki rætta stað hjá heimleysum at vera. Hølini eru ikki egnað til uppihald. Tað eru eisini nøkur tryggingarviðurskifti, sum gera seg galdandi har, sigur vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald