Innanlands

Hvalbiartunnilin bjóðaður út

Landsverk lýsir nú eftir arbeiðstakarum til undangóðkenning av Hvalbiartunlinum

Hovstunnilin (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Hovstunnilin (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2018-09-26 14:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Høvuðsarbeiðstøkan av Hvalbiartunlinum er nú bjóðað út til undangóðkenning. 

Talan er um ein umleið 2.540 metrar langan tunnil og landsveg frá tunnilsmunnanum trongisvágsmegin til verandi landsveg í Trongisvági.

Landsvegur verður somuleiðis gjørdur frá tunnilsmunnanum hvalbiarmegin til Nesveg, tætt við brúnna um Kjógvavatn. Nýggj íbinding út í Nes skal eisini gerast.

Samlaða nýggja vegalongdin verður umleið 3.480 metrar.

Freistin at lata Landsverki inn tilfar er 26. oktober og ætlanin er at bjóða arbeiðið út seinni í ár, og at byrja arbeiðið í 2019.

Verkætlanin at gera Hvalbiartunnilin er mett at verða liðug í seinasta lagi í 2022.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder