Mentan

Hvarv á Ljósfest

Bólkurin gav tíðliga í vár út lagið "Sálarfrændi mín", og eftir ætlan fer bólkurin at geva út fleiri stakløg í ár

(Mynd: Vagur.fo)

(Mynd: Vagur.fo)

2025-06-23 19:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

15. - 17. august verður Ljósfest í Vági, og tá fer m.a. bólkurin Hvarv at framføra.

Bólkurin gav tíðliga í vár út lagið ”Sálarfrændi mín”, sum hevur verið sera nógv at hoyrt í ár. Hvarv er á gáttini við enn einum lag, ið er innspælt, og sum kemur á allar talgildar pallar fyrsta dagin, og hevur Hvarv eisini ætlanir um at útgeva enn eitt staklag seinni í ár, skrivar Vágs kommuna.

Bólkurin hevur mong ár á baki. Navnið sást fyrstu ferð síðst í nítiárunum, tá útgávan Rock í Føroyum 2 kom út. Har luttók bólkurin við lagnum "Fortíð, Nútíð, Altíð".

Í ár 2000 var bólkurin millum tey 19, ið slapp við á fløguna Vælskapt Brek. Hetta var sangkapping, har fleiri enn 80 sangir komu inn, og Hvarv kom við á útgávuna við sanginum "Vovið av Guði", sum hevur fylgt teimum øll árini síðani útgávuna.

Hvarv fer á Ljósfestini at spæla sangir, sum hava fylgt teimum á leiðini, umframt sangir, sum bólkurin hevur givið út, og sum koma út í ár.

Manningin í Hvarv sett saman av tónleikarum, ið hava royndir og mong ár á baki á føroyska tónleikapallinum.

Seinastu árini hevur manningin verið hendan:

  • Hjalmar Magnussen, sang og guitar,
  • Dagfinn Olsen, bass og kór
  • Neil Joensen, guitar og kór
  • Dánjal Jákup Wiberg Holm, trummur og kór

Tá Hvarv fer á pall á Ljósfest hava teir eisini gittarleikaran Høgna Fagraberg við sær, skrivar Vágs kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder