Innanlands

Hvassur vindur og stormur

Nógvur vindur er ymsastaðni í kvøld, og serliga í hvirlunum. Á Oyggjarvegnum við Norðadalsskarð er upp í 41 m/s í hvirlunum

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2023-11-21 19:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er nógvur vindur ymsastaðni kring landið í kvøld.

Veðurstøðirnar hjá Landsverki vísa, at tað á oyggjarvegnum við Norðadalsskarð er kolandi stormur, í hvirlunum upp til 41 m/s. Við Velbastaðháls er hvassur vindur, í hvirlunum upp til 37 m/s.

Eisini á Heltnini á Oyndarfjarðarvegnum og á Ørðaskarði á Fámjinsvegnum er hvassur stormur, í hvirlunum upp til 36 m/s.

Veðurstovan boðar frá, at tað verður nakað tað sama illfýsna veðrið í morgin.

Síggj veðurforsøgn her

Allar veðurstøðirnar síggjast

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder