Fyri summi kann koronasmittan COVID-19 gerast lívshættislig, meðan onnur yvirhøvur ikki merkja nøkur sjúkueyðkenni, meðan tey eru smittað.
Orsøkin til hetta er ógreið, og granskarar í Stórabretlandi ætla nú at kanna hetta nærri.
Í kanningini luttaka 20.000 fólk, sum eru ella hava verið innløgd við smittuni, umframt 15.000 fólk, sum bert hava havt mild sjúkueyðkenni, skrivar Jyllands-Posten.
Granskararnir hava eina tesu um, at ílegurnar spæla ein stóran leiklut í menningini av COVID-19 hjá tí einstaka sjúklinginum.
Við at kanna arvin hjá fólki, kann mann fáa svar uppá, hví summi verða harðari rakt av sjúkuni enn onnur, heldur Kenneth Baillie, granskingarleiðari.
Sjúkan var fyrst uppdagað fyri uml. hálvum ári síðani, og kring allan heimin eru granskarar í ferð við at granska í COVID-19. Summi arbeiða við menningini av einum koppingarevni ella heilivági, ið kann lætta um sjúkutilgongdina, meðan onnur granska í samanhanginum millum COVID-19 og aðrar sjúkur.
Sum heild eru fakfólk ørkymlað av COVID-19 sjúkuni, sum eftirhondini hevur ein langan lista av møguligum sjúkueyðkennum.
Hjá summum børnum hevur mann sæð sjúkueyðkenni, ið líkast tí hjá sjáldsama kawasaki-sjúkuni, hjá summum elvir sjúkan til blóðtøpp, meðan sjúkan hjá øðrum líkist einum vanligum krími.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald