Uttanlands

Hvítu Húsini støðga avdúkandi bók

Alt bendir á, at republikanararnir forða fyri, at vitni verða avhoyrd í ríkisrættarmálinum móti Trump forseta

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-01-30 07:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Mest umrødda bókahandrit í USA í hesum døgum kann ikki gevast út í sínum núverandi líki.

Tað eru boðini frá Hvítu Húsunum í einum brævi til fyrrverandi trygdarráðgevan, John Bolton, skriva amerikanskir miðlar, teirra millum Reuters og CNN.

Partar av handritinum til komandi bókina eru longu liknir út. Og innihaldið er álvarsligt, tí Bolton eftir øllum at døma hevur váttað, at Donald Trump, forseti, støðgaði hernaðarligum stuðuli til Ukreina fyri at trýsta landið til at fara undir eina kanning, sum kundi gagna egna valstríðnum hjá Trump.

Avdúkingin kom júst nú eitt ríkisrættarmál er frammi um júst somu skuldsetingar.

Bolton sendi fyri einum mánaða síðani handritið til trygdarráðið til góðkenningar, og nú er svarið komið, og tað er noktandi.

[object Object]
John Bolton, fyrrverandi trygdarráðgevi hjá Trump forseta (Mynd: EPA)

Í sínum núverandi líki eru ov nógvar loyniligar upplýsingar til, at ráðið kann loyva Bolton at geva tað út, skrivar ráðið til advokatin hjá John Bolton.

Ráðið vísir til eina trúnaðaravtalu, sum Bolton skrivaði undir áðrenn hann sum trygdarráðgevi kundi fáa atgongd til loyniligu upplýsingarnar.

Tað, sum er komið fram úr handritinum, stuðlar kravinum hjá demokratunum í ríkisrættarmálinum um, at hann átti at verið innkallaður sum vitni.

Tað krevst tó ein meiriluti í Senatinum, har ríkisrættarmálið verður viðgjørt. Og republikanararnir hava meirilutan í Senatinum. Seinastu metingarnar í amerikanskum fjølmiðlum siga, at republikanska leiðslan helst fer at avgera at sýta fyri at føra vitni í ríkisrættarmálinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder