Innanlands

Hvør hevur uppiborið heiðurin sum Ársins íverkseti 2020?

Nú ber til at koma við uppskoti til, hvør skal verða ársins íverkseti 2020.

(Mynd: Íverksetarahúsið)

(Mynd: Íverksetarahúsið)

2020-08-19 13:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hvør heldur tú hevur uppiborið heiðurin sum Ársins íverkseti 2020?

Ársins íverksetaradagur er árliga tiltakið hjá Íverksetarahúsinum, sum heiðrar íverksetarar og íverksetan. Í tí sambandi verður Ársins íverkseti funnin og latin eina heiðursløn.

Øll kunnu koma við tilnevningum. Ein dómsnevnd tekur endaliga avgerð. Dentur verður lagdur á, hvør hevur víst nýhugsan, áræði og dirvi. Freistin at koma við tilnevningum er til og við mánadagin 21.september 2020.

Íverksetarahúsið gleðir seg til at fáa nógv góð uppskot.

Uppskot skulu sendast til Íverksetarahúsið á [email protected]

Heiðurslønin sum Ársins íverkseti verður vanliga latin á Ársins íverksetaradegi, men vegna covid-19 er endalig støða ikki tikin til, nær dagurin verður hildin.

Lýst verður seinni nær dagurin verður hildin.

Íverksetarahúsið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder