Innanlands

Hvørjar matvørur kunnu privatfólk senda ella taka við sær til Danmarkar?

Heilsufrøðiliga Starvsstovan kemur við áminning um, hvørjar reglur eru galdandi fyri innflutning av matvørum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-08-16 14:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri innflutningi av matvørum til Danmarkar eru ávísar reglur galdandi, og hetta er eisini galdandi, tá privatfólk flyta matvørur millum Føroyar og Danmark.

Herfyri kom Heilsufrøðiliga Starvsstovan við eini áminning til føroyingar um, hvat tey hava loyvi at taka við sær til Danmarkar og onnur ES lond.

– Føroyingar hava loyvi at taka fiskavørur við til øll londini í ES; aðrar kjøtvørur eru ikki loyvdar at útflyta til ES. Orsøkin er, at Føroyar ikki hava heilsufrøðiliga avtalu við ES, tá umræður aðrar kjøtvørur, enn fisk.

– Eitt undantak er frá hesum reglum; ES hevur viðtikið, at privatfólk í Føroyum kunnu hava ávísa mongd av djóraúrdráttum, øðrum enn fiski, við sær í viðførinum úr Føroyum til Danmarkar ella senda til privatfólk í Danmark.

Ávísar treytir eru fyri hesum útflutningi av mati. Meira sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder