Innanlands

Hvussu handfara vit veðurlagsbroytingar í Føroyum?  

Yvirskipaði spurningurin, sum var á breddanum á Veðurlagsdegnum tann 18. mars  í Kongshøll, var: hvussu handfara vit veðurlagsbroytingar í Føroyum?  

2025-09-24 17:05 Author image
Jan Müller
placeholder

Í farnu viku varð árligi Veðurlagsdagurin hildin í Havn. Umhvørvisstovan hevur tikið samanum dagin og her er úrslitið:

-Høvuðsendamálið við árliga Veðurlagsdegnum er at varpa ljós á vitan og dátur, sum eru um veðurlag og serliga um veðurlagsbroytingar í Føroyum.  

Í ár varð serligur dentur lagdur á at umrøða altjóða viðurkendar ávísar – indikatorar – fyri veðurlagsbroytingar, júst tí hesir eisini kunnu brúkast til at vísa, hvussu lond handfara avbjóðingar, ið veðurlagsbroytingar hava við sær.  

Við útgangsstøði í áðurnevndu altjóða ávísum, løgdu føroysk fakfólk fram tøl og vitan og hugleiddu um, hvussu vit her á landi handfara veðurlagsbroytingar.  

Eitt ítøkiligt úrslit frá degnum eru 10 tilmæli, sum eru at finna í Samandráttinum frá degnum, har samanumtøkur eru frá øllum framløgunum. Her eru trý av tilmælunum: 

  1. Hildið verður á at gera veðurmátingar, sum liva upp til krøvini hjá World Meteorological Organization. 
  1. Mælt verður til at víðka innsavningina av dátum um havsúrgan. Landgrunnurin eigur at kannast. Nýggjari tøkni eigur at verða fingin til vega. 
  1. Stovnar, sum umsita dátur um lívfrøðiliga fjølbroytni í Føroyum eiga at samstarva um at gera reyðlista og rokna út reyðlistavísital. 

Samandrátturin, framløgurnar og myndir eru tøkar her. 

Næsti Veðurlagsdagur verður ætlandi í mars 2026. 

Umhvørvisstovan, Havstovan, Jarðfeingi, Tjóðsavnið, Landsverk, Hagstova Føroya, FIRUM, Fróðskaparsetur Føroya og Veðurstova Føroya skipaðu fyri Veðurlagsdegnum 2025.   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder