2021-06-13 19:12

Flogfeløg kring heimin hava verið sera hart rakt av koronafarsóttini, og ikki fyrr enn í 2023 fer flogferðslan at koma uppaftur á sama støði sum áðrenn korona.
Tað metir International Air Transport Association (IATA), altjóða sambandið fyri flogfeløg.
Men eftir 2023 væntast sera nógv flogferðsla, og mett verður, at 8,5 mia. ferðafólk fara at ferðast í flogfari í ár 2039, skrivar DR.
Tað er nærum tvífalt so nógv sum tær 4,5 mia., sum flugu kring heimin í 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald