Mentan

Í dag er altjóða mannfólkadagur

Í sambandi við altjóða mannfólkadagin, skipa Javnstøðunevndin, Fólkaheilsuráðið og Sinnisbati fyri tiltakinum "Hvussu hevur tú tað maður?". Tiltakið verður í Perluni 26. november kl. 19.30.

Mynd: Visualhunt.com

Mynd: Visualhunt.com

2019-11-19 18:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag, 19. november, er altjóða mannfólkadagur.

Fyrstu ferð skipað varð fyri hesum degi var 7. februar í 1992, men síðan 1999 hevur dagurin verið hildin 19. november á hvørjum ári.

Dagurin verður hildin 19. november, tí tað var føðingardagurin hjá pápa Dr Jerome Teelucksingh, ein lækni úr Trinidad og Tobago, sum endurstovnaði altjóða mannfólkadagin fyri júst 20 árum síðani, skrivar Independent.

Men hóast dagurin nú hevur verið hildin í tvey áratíggju, eru tað framvegis nógv, sum ikki vita av hesum degi, og verður framvegis meira gjørt burturúr altjóða kvinnudegnum, sum er 8. mars.

Í sambandi við altjóða mannfólkadagin skipa Javnstøðunevndin, Fólkaheilsuráðið og Sinnisbati eisini fyri almennum tiltaki í Perluni 26. november.

Tiltakið "Hvussu hevur tú tað maður?" byrjar næsta týskvøld klokkan 19.30, og á Facebook verður tað lýst soleiðis:

Hvat er ein rættur maður? Hvussu hevur maðurin tað í dag? Er bara ein máti at vera “rættur maður”? Og um so er, kanst tú so vera ein “skeivur maður”? Er maskuliniteturin í broyting? Og klára vit øll at fylgja við?

Týskvøldið 26. november klokkan 19.30 lata Javnstøðunevndin, Fólkaheilsuráðið og Sinnisbati dyrnar upp í Perluni í Havn og bjóða inn til eitt framburðarhugað kjak um mannin og maskulinitet anno 2019. Danin Christian V. Mogensen og íslendingurin Pálmar Ragnarsson eru gestarøðarar, og haraftrat er ein góður kokkteylur av føroyskum monnum bodnir við til sofaprát.

Christian V. Mogensen fer at tosa um maskulinitet, gaming, heilsu, mótstøðu og rótloysi hjá monnum, og um hvørjar avbjóðingar og loysnir eru. Pálmar Ragnarsson fer at tosa um ungar dreingir, og um hvussu positivt samskifti kann gera sítt til at skapa eitt virðisgrundað javnbjóðissamfelag til frama fyri øll, ikki minst ungar dreingir. Og um hvussu hetta kann smitta av til onnur øki so sum politikk, arbeiðspláss og miðla.

Í sofuni sita umframt Pálmar og Christian, Regin Berg, Niels Uni Dam, Arni Zachariassen, Erling Fles og Eiler Fagraklett. Fimm rættiliga ymiskar útgávur av føroyska manninum anno 2019. Og vertur hetta kvøldið er Jákup Dahl.

- Við hesum kvøldinum varpa vit ljós á ta felags ábyrgd, sum vit hava, tá ið tað ræður um avbjóðingar hjá okkara samfelagsborgarum uttan mun til kyn. Vit vilja berjast saman heldur enn at berjast ímóti hvør øðrum, siga samskipararnir.

Øl, kaffi og annað verður til keyps. Tiltakið er ókeypis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder