At Brexit er drigið út, kann uttan iva staðfestast. Síðan fólkaatkvøðuna í 2016 hevur verið roynt at fingið eina fráfarðingaravtalu við ES. David Cameron legði kongin beint eftir fólkatkvøðuna, tí hann talaði áðrenn ímóti at fara úr evropeiska samveldinum. Theresa May stríddist síðani í næstan tvey ár við málið, áðrenn hon legði kongin seinasta vár.
Tá Boris Johnson kom til í summar í fjør, hevði May útsett dagfestingina til 31. oktober, og hon varð síðani aftur útsett. Johnson var greiður frá byrjan: Bretland fer úr ES, óansæð um ein avtala við ES er endaliga er uppá pláss ella ikki. Á bretska valinum í desember vann fyrrverandi borgarstjórin í London stórt á Jeremy Corbyn og Labour, og stutt eftir hetta kom ein avtala við ES uppá pláss. Hon inniber, at partarnir skiljast í dag og síðani fara undir samráðingar um handilsavtalur.
Boris Johnson hevur sagt, at hann nú gleðir seg til eitt nýtt tíðarskeið, eitt nýtt kapittul. Fleiri onnur gleðast við honum í dag, har fleiri tiltøk verða fyri fyriskipaði í London og kring landið, fyri at marka dagin. Tað eru tó ikki bert "jalig" tiltøk. Tað eru framvegis nógv fólk, ið ikki ynskja Brexit, og friðarlig mótmæli vera eisini á skrá í dag.
Uttanlands
Í dag er Brexit-dagur
Eftir at tað fleiri ferð er útsett, er nú dagurin komin, har Bretland fer úr ES, og ítøkiligar samráðingar millum partarnir um framtíðina fara í gongd
2020-01-31 07:22
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald