Innanlands

Vatn frá Kirvi afturkallað

Talan er um ávísar fløskur við 1,5 litrum av Strawberry & Raspberry, sum ikki livir upp til innaneftirlitskrøvini hjá virkinum, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-11-15 14:15 Author image
Alda Nielsdóttir

Kirvi afturkallar nú nakrar fløskur av vatni við jarðber- og hindbersmakki.

Talan er um 1,5 liturs fløskur við Kirvi Strawberry & Raspberry, ið hevur haldføri til 7. juli 2026.

Orsøkin er, at vøran ikki livir upp til innaneftirlitskrøvini hjá virkinum, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.

Ein avmarkað nøgd av áðurnevndu fløskum er seld í føroyskum handlum í tíðarskeiðnum 11. november til 14. november.

Kirvi mælir sínum kundum at lata vøruna inn aftur, haðani hon er keypt, ella beina hana burtur, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald