Tíðliga í morgun, beint fyri klokkan fimm, endaðu tveir bilar í einum ferðsluóhappi á Velbastaðhálsi.
Tað var hált, tá ein bilur, sum var á veg móti Velbastað, gleið inn í mótkoyrandi vegbreyt, har ein bilur, sum var á veg móti Havnini, rendi í síðuna á honum.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at bilarnir fingu rættiliga stóran skaða.
Í bilunum vórðu ávikavist fimm og fýra fólk, og tey vórðu øll koyrd á Landssjúkrahúsið til kanningar. Onkur varð koyrdur við sjúkrabili, og onkur varð koyrdur av løgregluni.
Vaktleiðarin veit ikki at siga, um nakar teirra hevur fingið skaða, men tey megnaðu í øllum førum at koma úr bilunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald