Innanlands

Í dag er J-dagur

Tað merkir, at tað nú eru tveir mánaðir til jóla

2024-10-25 09:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað eru tveir mánaðir til jóla, og í dag verður høvi at leska ársins jólabryggj. 

Føroya Bjór í Klaksvík boðar frá, at ársins jólabryggj er bryggjað. Nógv er gjørt  burtur úr góðsku og samanseting av rávørum til ársins bryggj, ið er serstakliga gott í ár siga bryggjarar á Føroya Bjór.

- Nú kvøldini eru blivin myrk og long, hóskar Jólabryggj serliga væl til hugnaligar løtur og aftur við jólamati, sum røstum kjøti, gás, fleska- og oksasteik.

Jólabryggj fæst bert til keyps í sølubúðunum hjá Føroya Bjór í dag. Frá í næstu viku verður tað at fáa í sølubúðunum hjá Rúsdrekkasøluni eisini. 

Sum siðvenjaer, fara fleiri skeinkistøð kring landið at halda J-dagin í dag. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder