2022-12-22 07:29
Eftir samgongusamráðingar í eina góða viku, er nú klárt at kunngera samgonguskjalið millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn.
Hetta hendir klokkan 8.45, tá flokkarnir hava kallað til tíðindafund í løgtinginum. Væntandi verða landsstýrisfólkini eisini kunngjørd á hesum fundinum.
Klokkan 10 kemur tingið saman fyri fyrstu ferð, og tá skulu eitt nú løgtingsformaður og løgmaður veljast.
Seinnapartin klokkan 14 verður móttøka fyri nýggja landsstýrinum í Tinganesi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald