Mentan

Í dag sendir BUBU páskaheilsan við søgu og sangi

Nú vit ikki hava møguleika at savnast, sendir BUBU páskaheilsan á YouTube – stroymingin byrjar kl. 16

2020-04-12 15:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Páskirnar eru serlig hátíð, og BUBU hevur eisini hesa hátíð í huga, nú ein ikki hevur møguleika at savnast.

Við sangum og søgu, roynir BUBU at hugna um, eins og hann greiðir eitt sindur frá um páskirnar, gula páskalitin og vónina í páskaboðskapinum.

Eisini verður varpað ljós á hesar páskirnar, og at tær eru merktar av Korona.

Stroyming byrjar kl. 16.00 páskadag og sæst her. Eisini verður páskaløtan løgd á YouTube, so børnini kunnu síggja hana umaftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder