Innanlands

Í fongsul fyri drápið á Victor Jara

Sjey fyrrverandi kilenskir hermenn eru dømdir millum 8 og 25 ár fyri drápið í 1973

Fólkakæri, kilenski, mótmælissangarin, Victor Jara, varð avrættaður fyri skjótt fimmti árum síðani

Fólkakæri, kilenski, mótmælissangarin, Victor Jara, varð avrættaður fyri skjótt fimmti árum síðani

2023-08-29 08:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sjey fyrrverandi kilenskir hermenn, í dag millum 73 og 85 ára gamlir, eru dømdir í fongsul fyri drápið á fólkakæra kilenska sangaran, Victor Jara, í 1973.

Tað avgjørdi ein kilenskur dómstólur í gjár, skrivar Ritzau.

Drápið hendið eftir statskvettið, sum gjørdi Augusto Pinochet til einavaldsharra í Kili. Menninir skulu nú í fongsul í millum 8 og 25 ár.

Victor Jara hevði í 1973 verið politiskur fangi á einum fótbóltsleikvølli í høvuðsstaðnum Santiago saman við 5.000 øðrum, har hann varð avhoyrdur, píndur og dripin. Tá líkið av sangaranum varð funnið, var tað gjøgnumgatað við 44 skotholum.

Jara var limur av kommunistiska flokkinum í Kili og stuðlaði samgonguni, sum stóð aftan fyri táverandi marxistiska forsetan, Salvador Allende.

Fótbóltsleikvøllurin, har sorgarleikurin fór fram fyri fimmti árum síðani, ber í dag navnið Estadio Victor Jara. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder