Innanlands

Í grundlógaravhoyring fyri at brúka knív móti øðrum

Ófriður var í einum húsum í Havn í gjárkvøldið – fólk fóru til hendurs

2025-07-22 09:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um seks tíðina í gjárkvøldið fóru fólk til hendurs í einum húsum í Havn. Ófriðurin var so mikið ógvusligur, at knívur var á lofti, og ein maður fekk skaða av knívsstungum.

Í hesum sambandi er ein um fimmti ára gamal maður handtikin, og skuldsettur fyri tað, ið løgreglan kallar kvalifiseraðan harðskap.

Maðurin skal í grundlógarhoyring í dag, verður upplýst. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder