Innanlands

Í heyst skulu apotekini eisini koppseta

Ein nýggj kunngerð um ókeypis koppseting er send til hoyringar – Sambært kunngerðini, sum eftir ætlan kemur í gildi í heyst, skulu apotekini eisini sleppa at koppseta móti influensu og koronu

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-08-02 14:09 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Heilsumálaráðið hevur sent eina nýggja kunngerð um ókeypis koppseting til hoyringar. Ummælisfreistin er 31. august.

Kunngerðin snýr seg um ókeypis koppseting móti einari røð av smittandi sjúkum.

Ein stór broyting við hesum uppskotinum er, at apotekini í heyst skulu kunna bjóða koppseting móti influensu og koronu.

Fólk kunnu framvegis koppseta seg hjá egnum kommunulækna, men við broytingini fáa fólk betri møguleika at koppseta seg móti hesum sjúkum, sigur Heilsumálaráðið.

Í kunngerðini er ásett, hvørjir persónsbólkar fáa tilboð um ókeypis koppseting ímóti ymsu sløgunum av smittandi sjúkum. Somuleiðis verður ásett, nær ymsu tilboðini um ókeypis koppsetingar verða veitt, og hvør kann koppseta. Koppsetingarnar verða framdar samsvarandi vegleiðingum frá heilsumyndugleika.

Sambært kunngerðini, sum eftir ætlan kemur í gildi 1. oktober, kann Apoteksverkið gera avtalu við ella seta í starv heilsustarvsfólk at koppseta fólk móti influensu og koronu.

Umframt hetta verður tilboðið til barnakonur um koppseting ímóti kikhosta víðkað til at fevna um allar barnakonur í staðin fyri barnakonur frá 24. barnsburðarviku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder