Í morgin, 16. november klokkan 17 verður boðið til eina hugnaliga løtu í Havnar kirkju við góðum jólatónleiki.
Tá verður nevniliga jóla- og stuðulskonsertin Í Menniskjum Góður Tokki, sum Barnabarti skipar fyri tikin upp.
Endamálið við jóla- og stuðulskonsertini Í Menniskjum Góður Tokki er at savna inn pening til barnafamiljur í Føroyum, sum liva í fátækaváða. Møguleiki verður at stuðla undir konsertini, tá ið bússan gongur, skrivar Barnabati í tíðindaskrivi.
Tey, ið framføra í Havnar kirkju verða Barnakórið í Lívdini, Steintór Rasmussen og William Niclassen, Guðrið Hansdóttir, Kalas, Tóra Vestergaard, Brak, Martin Joensen, Naomi Rajani, Danny & the Veetos og Fríði Sigmundsson.
Á skránni verða eisini samrøður og innsløg, tá konsertin verður víst í sjónvarpinum seinni í mánaðinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald