Uttanlands

Í minsta lagi 116 fólk deyð undir mótmælum í Iran

Iranski ríkisákærin hevur ávarða um, at øll, sum luttaka í mótmælunum eru "fíggindar av Gudi"

Mótmælisfólk uttanfyri iransku sendistovuni í Berlin (Mynd: EPA)

Mótmælisfólk uttanfyri iransku sendistovuni í Berlin (Mynd: EPA)

2026-01-11 12:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í minsta lagi 116 fólk hava latið lív undir mótmælunum móti iranska prestastýrinum, sum hava sett sín dám á Iran seinastu dagarnar.

Tað upplýsir iranska mannarættindafelagsskapurin, HRANA, sum hevur høvuðssæti í Washington.

Felagsskapurin Iran Human Rights, IHRNGO, sum hevur høvuðssæti í Oslo, er talið á deyðum tó uppaftur hægri. Felagsskapurin sigur seg hava váttað í minsta lagi 192 fólk, sum eru deyð undir mótmælunum.

Umframt hetta eru aðrar óváttaðar fráboðanir um uppaftur hægri deyðstøl, skrivar Ritzau.

Seinastu dagarnar hevur netsambandið eisini verið niðri í stórum parti av Iran. Netblocks skrivar, at netið hevur verið niðri í 60 tímar.

Mótmælini byrjaðu 28. desember. Í fyrstu atløgu fóru fólk á gøturnar fyri at vísa teirra ónøgd við sera høgu inflasjónina í landinum, men seinni hava tey ment seg til mótmæli móti prestastýrinum sum heild.

Iranski ríkisákæruin, Mohammad Movahedi Azad ávaraði í gjár um, at øll, sum luttaka í mótmælunum verða roknað sum "fíggingdar av Gudi", og slíkt kann hava við sær deyðarevsing.

Sama ávaringin kom frá almenna ákæranum í iranska høvuðsstaðnum Teheran.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder