Innanlands

Í morgin fer Hasfjord í sigling aftur

Skjótt ber til at bíleggja pláss við Hasfjord, sum frá í morgin aftur siglir sambært ferðaætlanini

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-06-07 13:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósmorgunin bar strandfaraskipið Hasfjord við land í Skopun, og hevur eingin sigling tí verið á leið 85 seinastu dagarnar, men í morgin fer Hasfjord aftur í sigling.

Allar bíleggingarnar við Hasfjord hava verið avlýstar seinastu dagarnar, og stór akfør hava í staðin kunnað bílagt pláss umborð á Ternuni, men nú Hasfjord fer í sigling aftur, boðar Strandferðslan frá, at tað skjótt fer at bera til at bíleggja pláss við Hasfjord inni á bíleggingarskipanini.

Sum áður nevnt, byrjar Hasfjord aftur í sigling í morgin, týsdagin 8. juni, og siglt verður sambært ferðaætlanini.

Les eisini: Maskinbrek orsøkin til at Hasfjord bar við land

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder