Innanlands

Í morgin verður hátíðarhald fyri viðarlundum í Tórshavnar kommunu

Kristi himmalsferðardag, verður hátíðarhald í Havn í sambandi við, at fýra viðarlundir hava ársdag – Hátíðarhaldið verður í viðarlundini í Grið kl. 14

2024-05-08 09:35 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tórshavnar kommuna: Í morgin, Kristi himmalsferðardag, verður hátíðarhald í Havn í sambandi við, at fýra viðarlundir hava ársdag.

120 ár eru liðin, síðani fyrstu trøini vórðu sett niður í Viðarlundini í Gundadali, Plantasjuni. 90 ár eru liðin, síðani fyrstu trøini vórðu gróðursett uppi í Kerjum. 50 ár eru liðin, síðani trø vórðu gróðursett í viðarlundini í Havnardali og í viðarlundini úti í Grið.

Í sambandi við ársdagarnar hjá teimum fýra viðarlundunum skipar Tórshavnar kommunu fyri hátíðarhaldi 9. mai - Kristi himmalsferðardag.

Hátíðarhaldið verður í viðarlundini í Grið – við Landavegin og Frælsið.

Skrá:

Kl. 14:00 Hátíðarhald í viðarlundini í Grið

Harmonikufelagið spælir tónleik

Heðin Mortensen, borgarstjóri, heldur røðu

Jóhann Mortensen, formaður í Skógfriðingarnevndini, heldur røðu

Felagssangur

Bjóðað verður kaffi, te og sunkist

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder