Tær átta íbúðirnar á Heiðatrøðini á Tvøroyri, sum Bústaðir hevur latið bygt, eru nú lidnar, og í næstum verður framvísing fyri limunum hjá Búðstøðum, ið hava fingið tilboð um at leiga.
Tað var 9. november 2020, at Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, loysti fyrsta flagið á staðnum. Lokala fyritøkan, MTV-Byggivirki hevur staðið fyri verkætlanini, skrivar Tvøroyrar kommuna.
Íbúðirnar hava adressuna Heiðatrøðin 8A til 8H, og eru í tveimum støddum. Tríggjar eru umleið 65 fermetrar brutto og fimm eru umleið 82 fermetrar.
Tær smærru íbúðirnar hava gongd, køk/stovu í einum, eitt kamar, baðirúm og goymslu. Tær størru hava gongd, køk/stovu í einum, tvey kømur og baðirúm. Til íbúðirnar hoyrir goymslurúm á 3-4 fermetrar. Tann eina íbúðin er væl egnað til fólk við rørslutarni, annars hava allar íbúðirnar suðurvenda terrassu og góð parkeringsviðurskifti.
Íbúðirnar liggja allar sera væl fyri, við Føroya Keypsamtøku sum nærmasta granna, stutt til ítróttarhøll, barnaskúla, dagstovn og vakra náttúru.
Íbúðirnar lúka, sambært Bústøðum, øll nútímans krøv til bústaðarbygging og verða hitaðar við jarðhitaskipan. Inniluftin verður tryggjað við ventilatiónsskipan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald