Í gjár fingu fyrstu borgararnir í ukrainska býnum Kherson, sum hevur verið hersettur av russarum síðan mars, eitt russiskt pass.
Býurin, sum er í sunnara parti av Ukraina, hevur undir krígnum fingið eitt nýtt pro-russiskt stýri. Í 2021 búðu nærum 284.000 fólk í Kherson, men ukrainsku myndugleikarnir meta, at 45 prosent av íbúgvunum eru rýmd úr býnum, síðan kríggið byrjaði.
Russiska passið varð handað borgarum á hártíðarhaldi í gjár. Sambært stýrinum í Kherson, hava uml. 7.000 íbúgvar í býnum søkt um at fáa passið.
DR skrivar, at tað seinastu mánaðirnar hevur veirð stongt fyri vanliga alnetinum í Kherson, og er ein russisk útgáva komin í staðin, har ein røð av tænastum ikki eru tøkar. Eisini er rubilin, russiska gjaldoyrað, vorðið almenna gjaldoyrað í býnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald