- Hetta snýr seg ikki um peningin sjálvan men um prinsippið í tí.
Soleiðis hildu bæði Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariasen fyri í Stjórnini á FM1, tá teir í gjár viðgjørdu margháttiliga málið um ótollaðu vørurnar umborð á Smyrli. Harímillum vóru Ikea-møblar hjá Strandferðslustjóranum.
Sí eisini: 14 starvsfólk hjá Strandferðsluni fingu bøtur fyri samanlagt yvir 100.000 krónur
Júst í mun til málini um Strandferðsluni staðfestu royndu politikkararnir, at man ikki bara kann seta dýrar kanningar í verk og so ikki koma við veruligum avgerðum og atgerðum. Júst nú er ymiskt, ið Jóhan Christiansen, landsstýrismaður, skal taka støðu til.
Landsstýrismaðurin í barna-og útbúgvingarmálum, og umsiting hansara, fáa eisini nakað av rísi fyri málið um strikaðu útbúgvingarnar á Glasi.
- Tað gevur ikki meining, at man meira flytur seg atftur til "ta gymnasialla". Í hasum bygninginum skulu vera nógv ymisk fólk við nógvum ymiskum dygdum - tað er tað góða við Glasi, staðfesti Jóannes Eidesgaard.
Djóni Nolsøe Joensen fær tó eisini rós fyri at bakka í málinum og síggja út til at skilja støðuna. Teir tríggir viðmerkjararnir í rásarúminum róður frammundir, at sum við øðrum aðalráðum, so sá tað ikki út til at vera upprunaliga eina avgerð hjá landsstýrismanninum.
Hoyr alla sendingina "Stjórnin - Politikkur á skák" frá 29. oktober her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald