![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Síðan 4. august eru 81 tilburðir av koronasmittu staðfestir í Føroyum, og enn er ikki greitt, hvussu øll hesi fólkini eru vorðin smittað.
Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur við Útvarpið, at har eru samband millum nógvir av tilburðunum, men at har eisini eru summir, sum tað ikki hevur eydnast teimum at knýtt til nakra smittuketu.
Talan er serliga um fólk, sum halda seg hava fingið smittuna á ólavsøku, sigur hann.
Tað tykist eisini sum, at tilgerðartíðin – tíðin frá at ein verður smittaður, til ein gerst sjúkur – er vorðin stytri í hesum umfarinum, enn hon var, tá sjúkan gjørdi um seg í vár, sigur landslæknin.
Samstundis siga fólk, at tey ikki hava serliga nógv sjúkueyðkenni, og hetta kundi bent á, at sjúkan er mildari í hesum umfarinum, heldur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald