Ein broytt bygdarmynd sást seinnapartin av Syðradali á Kalsoynni. Eini hús eru reist, og tað er ikki hent síðan beint eftir seinna heimsbardaga.
Tað skrivar Bjørn Kalsø á sínum Facebookvanga.
(Mynd: Bjørn Kalsø)
- Syðradalur er góð 200 ára gomul bygd. Men spildurnýggj hús hava ikki verið reist í bygdini síðan beint eftir seinna heimsbardaga, skrivar Bjørn Kalsø.
Søguligur dagur má sigast, og hetta eru eisini fyrstu sethúsini heimanfyri Gjónna.
Tað er Andrias Eliasen sum letur nýggju húsini byggja, og Norðsetur byggir.
Húsini standa millum Gjónna og Huldutúgvu (Mynd: Bjørn Kalsø)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald