Uttanlands

Ikki komin tættari semju um frið í Ukraina

Í gjár fundaðust amerikanarar og russar í Moskva

Jurij Usjakov, uttanríkispolitiskur ráðgevi hjá russiska forsetanum, russiski forsetin, Vladimir Putin, og serliga amerikanska sendifólkið, Steve Witkoff á fundi í Moskva (Mynd: EPA)

Jurij Usjakov, uttanríkispolitiskur ráðgevi hjá russiska forsetanum, russiski forsetin, Vladimir Putin, og serliga amerikanska sendifólkið, Steve Witkoff á fundi í Moskva (Mynd: EPA)

2025-12-03 09:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár fundaðust umboð fyri USA og Russland í russiska høvuðsstaðnum Moskva, men partarnir eru ikki komnir nærri einari semju um Ukraina.

Tað sigur Jurij Usjakov, uttanríkispolitiskur ráðgevi hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin.

– Higartil eru vit ikki komin til eina semju, men onkrar amerikanskar loysnir kunnu umrøðast, sigur hann m.a., tá hann verður spurdur um landaøki í Ukraina. Hann leggur afturat, sambært Ritzau, at arbeiðið heldur fram.

Sambært amerikanska uppskotinum um friðaravtalu millum Russland og Ukraina, sum varð lagt fram í november, stendur m.a., at Krim, Luhansk og Donetsk skulu viðurkennast sum russisk øki. Uppskotið er tó síðani broytt.

Á fundinum luttóku Vladimir Putin, Jurij Usjakov, serligi amerikanska sendifólkið, Steve Witkoff og Jared Kushner, versonur amerikanska forsetan, Donald Trump.

Teir fundaðust í fleiri tímar, og sambært uttanríkispolitiska ráðgevarnum eru partarnir samdir um ikki at avdúka innihaldið av samráðingunum.

Undan fundinum í Moskva vóru umboð fyri Ukraina og USA  á fundi í amerikanska statinum Florida. Ukraina, USA og Evropa hittust eisini til samráðingar í Geneve í Sveis áðrenn hetta.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder