2024-11-24 14:17

Tað eru framvegis vánalig koyrilíkindi kring landið.
Landsverk boðar frá, at tað ikki er koyrandi til Gjáar í løtuni, og vánalig koyrilíkindi eru á Oyndarfjarðarvegnum, á Vestmannavegnum, á Oyggjarvegnum, um Norðadalsskarð, á Syðradalsvegnum og á Streymoynni. Jarðrok er á Vestmannavegnum.
Landsverk heitir á bilførarar um at vísa stórt varsemi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald