Matvørustøðan í Gazageiranum er batnað munandi, eftir at matur og neyðhjálp er komin í økið. Tað er ikki longur hungursneyð í krígsherjaða økinum.
Hetta staðfestir IPC, sum er ein eftirlitseind, sum ST stuðlar.
Í august mánaði vísti felagsskapurin á, at hungursneyð hótti eina hálva millión fólk í Gaza.
Støðan í økinum er framvegis kritisk og rættiliga álvarslig, og fólkinum tørvar enn mat, skrivar IPC í eini fráboðan á heimasíðu síni.
- Hóast ábøtur, so hevur stórur partur av fólkinum framvegis tørv á mati, og 500.000 fólk eru enn í eini neyðstøðu, og yvir 100.000 liva í katastrofalum umstøðum..., skrivar IPC.
Felagsskapurin metir, at skuldu bardagarnir brostið á aftur, og neyðhjálp ikki framhaldandi kemur inn í øki, so er vandi fyri at tað aftur verður hugursneyð í økinum.
Hetta vísir hvussu álvarslig støðan er í økinum, ljóðar ávaringin hjá IPC.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald