Innanlands

- Ikki neyðugt at photoshoppa okkara vakra land

Ein løgin mynd er í umferð á Facebook. Hóast Villingardalur og Villingardalsgjógv eru á myndini, er hon als ikki verulig

2023-10-09 11:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um tú undrast yvir hví tú ikki kennir staðið aftur á myndini omanfyri, er tað ikki løgið.

Hatta er slett ikki í Føroyum. Faktiskt er hatta ikki nakrastaðni, tí hatta er ein tilgjørd mynd.

Pól Sundskarð, sum hevur nógvar royndir í føroysku fjøllunum, hevur fingið nógv boð um hesa myndina, sum er í umferð á Facebook.

Myndin er samansett, og tann ovara myndin vísir Villingardal, Villingardalsgjógv og vit hóma Enniberg koma undan, greiðir Pól Sundskarð frá.

Niðara myndin er eftirgjørd og er ikki í Føroyum.

- Tað er ikki neyðugt at photoshoppa Føroyar, staðfestir Pól Sundskarð.

Helst er myndin gjørd við vitlíki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder