![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
- Støðan er trupul. Tað er ikki skipað frálæra í teknmáli. Í skúlunum vera deyv ikki undirvíst á teknmáli og í sambandi við tulking, av samskifti, tíðindum og sjónvarpssendingum annars, eru ikki nóg mikið av tulkum í starvi at nøkta tørvin.
Tað sigur Deyvafelagið í sambandi við, at trý ár eru síðani, at føroyskt teknmál eisini gjørdist alment føroyskt mál.
Deyvafelag Føroya er javnan í samband við avvarandi myndugleikar um trupulleikarnar.
- Tað skal tó eingin ivi verða um, at vit gleðast um at føroyskt teknmál er viðurkent sum mál, tí tað gevur rættindi at seta fram ynskir og krøv á jøvnum føti við tey, ið nýta talumál, sigur felagið.
Niðanfyri kanst tú læra teg teknmál:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald