Um vikuskiftið hava umboð fyri Russland, Ukraina, og USA havt samráðingar í Abu Dhabi, og eftir framstigini, sum eru gjørd seinastu tíðina, er ikki óhugsandi, at skipast kann fyri einum fundi milum russiska forsetan, Vladimir Putin og ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj í næstum.
Tað sigur eitt amerikanskt embætisfólk, sum er tætt knýtt at samráðingunum.
Men aðrir fundir skulu avgreiðast fyrst, verður sagt. Hvat hesir skulu snúgva seg um, verður tó ikki upplýst, skrivar Ritzau.
Eftir samráðingarnar endaðu leygardag seinnapart, segði ukrainski forsetin, at samráðingar kunnu halda fram longu í komandi viku, og sambært tíðindastovuni AFP verður tað eftir ætlan 1. februar.
Umframt samráðingarnar í Abu Dhabi, var eisini ein fundur í russiska høvuðsstaðnum Moskva millum russiska forsetan, Vladimir Putin og serliga amerikanska sendifólkið, Steve Witkoff og Jared Kushner, sum er versonur amerikanska forsetan, Donald Trump.
Úr USA verður sagt, at fundurin var "sera, sera úrtøkumikil".
Ein møguligur fundur millum Putin og Zelenskyj hevur fleiri ferðir verið umrøddur. Seinastu - og eisini einastu - ferð teir báðir hittust andlit til andlits var í 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald