![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
- Um hetlendska landspartastjórnin hevur eitt boð upp á hvussu vit kunnu gera tað gjørligt hjá Norrønu aftur at siglt upp á Hetland, so eru vit sjálvandi áhugað í at tosa um tað. Men við okkara verandi siglingarætlan, verður tað helst trupult.
Soleiðis sigur Rúni V. Poulsen, stjóri í Pf. Smyril Line, nú hetlendska ynskið um at gerast partur av ferðaætlanini hjá Norrønu aftur hevur verið frammi.
Les eisini: Norrøna tjenar pengar til hetlendingar
Men hann sigur samstundis, at Smyril Line ikki hevur fingið nakra áheitan úr Hetlandi hesum viðvíkjandi.
Avgerðin um at gevast við at sigla á Hetland var í síni tíð tikin, tí hetta ikki gav fíggjarliga meining fyri felagið, og at heldur ongi útlit vóru til, at tað fór at geva nakað positivt íkast til raksturin framyvir.
- Í Hetlandi er tað so, at tey hava eitt gott og dagligt ferjusamband til skotska meginlandi. Hendan rutan verður stuðlað av skotsku stjórnini við umleið 300 til 400 milliónum árliga. Hetta er trupult hjá okkum at kappast við, sigur Rúni V. Poulsen.
- Okkara rutur og okkara felag virka á handilsligum grundarlag. Vit royna alla tíðina at tillaga okkum soleiðis at rutur og virksemið annars er fíggjarliga burðardygt, og soleðis hava vit eftir førimuni ment okkara felag síðstu árini. Hetta trúgva vit uppá.
- Í Føroyum hava vit tey síðstu mongu árini megna at skapt eitt gott og kappingarført samfelag, sum ikki stendur aftan fyri nakran. Og í grundini trúgvi eg sum heild ikki, at fólk flest geva sær far um, hvussu trupult tað er at byggja slíkar kappingarførar strukturar upp, og hvussu væl tað hevur eydnast í Føroyum.
- Og tað er kanska hetta sum councillor Ryan Thomson, í grundini er mest imponeraður av, sigur Rúni V. Poulsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald